Ofta settir spurningar

FAQ - Danish FAQ - English FAQ - Norwegian FAQ - German FAQ - German FAQ - German Holland FAQ - English Holland FAQ - Italian Holland

Er neyðugt at bíleggja pláss á tjaldingarökinum?
Vit taka ikki bíleggingar. Tjaldingarökið rúmar umleið 900 fólkum, og er sera virkið millum 20 Juni og 20 August. Tó burdi tað altíð verið pláss fyri einum bili ella tjaldi afturat.

Hvussu hevur móttökan opið, og hvussu geri eg um hon er stongd?
Móttökan í tjaldingarökinum er opin alt dögni frá 1. Juni til 1. Septembur. Í tíðarskeiðinum frá 11. Mai til 31. Mai, og 30. September til 1. Septembur, er móttökan einans partvíst opin. Kemur tú meðan móttökan er stongd, og ongi starvsfólk eru at síggja, so ert tú vælkomin at seta upp tína legu og so koma til móttökuna at gjalda, tá hon er opin aftur.

Hvat um eg vil tjalda í Februar?
Tú mást fegin tjalda í Tjaldingarökinum í Reykjavík alt árið, men móttökan og tilhoyrandi hentleikarnir eru stongdir frá 30. September til 1. Mai. Í hesum tíðarskeiðnum kann gjaldast umvegis móttökuni í Reykjavík City Hostel, sum er bygningurin við liðina á tjaldingarökinum. Í hesum tíðarskeiðinum eru hentleikarnir í vallaraheiminum tökir fyri tjaldingarfólk.

Er möguligt at bíleggja útferðir frá tykkum?
Tú kanst bíleggja alskyns útferðir, buss-ferðir og leigubilar beinleiðis í móttöku okkara. Vit hjálpa eisini fegin við at leggja til dagarnar til rættis. Vit hava hópin av kunnleika og praium um umtóktar gongutúrar, og so hava vit eisini ymisk kort til sölu.

Hvussu komi eg til tjaldingaröki?
Fyri at koma til ella finna tjaldingaröki, vinaliga nýtiði hesa síðuna á heimasíðu okkara.
Hendan síðan hevur allar upplýsingar, sum tær törvar um; flutning til flogvöll, leiðbeiningar um akstur millum tjaldingarökið og flogvöllin í Keflavík við bili, upplýsingar um hvussu komast kann til tjaldingarökið við bussi frá miðbýnum, til gongu oman í miðbýin o.s.fr. (Fyri upplýsingar um flutning til flogvöll, sí spurningin niðanfyri.)

Flutningur til flogvöllin í Keflavík?
Vit kunnu bjóða 3 ymiskar möguleikar fyri buss flutningi frá flogvöllinum til tjaldingaröki. “Flybus”, “Airport Express” og “KexPress”. Steðgiplássið við tjaldingarökið eitur “Reykjavík City Hostel/Reykjavík Campsite” og er at finna á götuni frammanfyri tjaldingarökið. Airport Express og Flybuss hava fráferðir frá flogvöllinum í Keflavík 30-45 minuttir eftir at hvört flogfar hevur lent. KexPress hava 5 fráferðir um dagin frá flogvöllinum í Keflavík.
Tú kanst keypa farseði til tjaldingarökil á flogvöllinum, og farseðil til flogvöllin frá tjaldingarökinum, dagin fyri fráferð.

Hvussu komi eg til BSI bussstöðina ella Harpuna?
Nógvar av útferðunum vit selja í móttökuni, hava fráferðir frá annaðhvört BSI bussstöðini (Reykjavík Excursions) ella Harpu (Sterna). Ókeypis bussar eru hvönn morgun frá 07:10 millum 14/6 og 8/9, frá tjaldingarökinum til hesi stöð.

Er möguligt at seta bilin við tjaldingarplássið?
Ja, vit bjóða ókeypis parkering frammanfyri tjaldingarplássið. Parkering á sjálvum tjaldingarökinum er avmarkað, og stongt millum 23:00 og 07:00. Húsvogna ökið er opið alt dögni.

Er möguligt at seta ravmagn til húsvognin?
Vit hava ravmagns kontaktir fyri húsvognar og vit leiga eisini millumstykki. See pricelist.

Kann eg goyma viðföri mítt á tjaldingarökinum?
Ja, vit hava viðförisgoymslu og skáp ið kunnu steingjast, fyri virðislutir. See pricelist.

Hvat við súkklu eskjum?
Ja vit hava goymslu fyri súkklueskjur á tjaldingarökinum. See pricelist.

Hvussu bíleggi eg smátturnar á tjaldingarökinum?
Tú kanst bíleggja smátturnar við at senda teldupost til info@reykjavikcampsite.is, við boðum um at bíleggja smáttu.
– Smáttu bíleggingar kunnu bert vera váttaðar við at upplýsa bankakorts upplýsingar.
– Smátturnar kunnu einans bíleggjast fyri í minsta lagi 3 nætur.
– Tú kanst avlýsa bíleggingina til klokkan 12:00 dagin fyri komu.
– Um tú ikki kemur, og ikki megnar at avlýsa verður gjald tikið fyri fyrstu náttina.

Selur tjaldingaröki útgerð til tjalding og gass?
Ja, tað gera vit. Hetta eru vanligastu slögini vit hava.
• Camping gas C206
• Camping gas CV300
• Camping gas CV470
• Coleman C190
• Coleman C250
• Coleman C500

Er möguligt at leiga tjaldingar útgerð?
Tjaldingarökið hevur ikki útgerð til leigu. Tó finnast handlar í reykjavík sum gera tað. Tveir av hesum eru www.outfitters.is og fjallakofinn.is.

Hvussu komi eg til miðbýin frá tjaldingarökinum?
Tú kanst taka býarbuss (Strætó) nummar 14 til annaðhvört Hlemmur ella Lækjartorg, og hetta tekur einans fáar minuttir. Tú kanst eisini fara til gongu, sum tekur einar 40 minuttir ella leiga súkklu frá okkum.

Kann eg leiga súkklu á tjaldingarökinum?
Ja, vit hava súkklur til leigu alt dögni. Vit hava nýmótans fjallasúkklur í ymiskum stöddum. Hjálmar fylgja við. Tað er ikki neyðugt at bíleggja hesar frammanundan, av tí at vit hava ovmikið av teimum.
Súkklu leigu prísir fyri summari 2016

Er möguligt at vaska plögg á tjaldingarökinum?
Vaski- og turkimaskinur eru í City Hostel, við liðina á tjaldingarökinum. Vaskievni er við í kostnaðinum. Turkisnórar eru tökir kring tjaldingaröki.

Sleppi eg á Facebook á tjaldingarökinum?
Sjálvandi! Vit bjóða ókeypis WIFI kring móttökuna, so at tú kanst kunna vinir og familju um ferð tína í íslandi. Um tú ikki longu hevur gjört tað, so kanst tú dáma okkum á Facebook fyri at fáa ferða prai og meira: Reykjavik Campsite

Bjargi eg heiminum við at gista á tjaldingarökinum í Reykjavík?
Næstan. Tjaldingaröki okkara í Reykjavík er einasta Earth Check metta tjaldingaröki í Íslandi. Vit gera alt vit kunnu fyri at vera burðardygg. Hetta merkir at vit stuðla umhvörvinum, við at avmarka orku- og vatnnýtslu, endurnýta og við at einans nýta umhvörvis vinalig reingerðarevni. Tú kanst lesa meira um burðardygdar politikk okkara her: http://www.reykjavikcampsite.is/sustainability/

Hvörji áhugaverd ting eru at síggja tætt við tjaldingaröki?
Tað eru nógv áhugaverd ting at síggja í kring tjaldingaröki; t.d. störsti svimjihylurin í íslandi, ein luksus spa, stórur venjingarstaður, skoytuhöll, plantufröðisligur urtagarður og ein lítil djóragarður. Tú kanst lesa meira um hesi her: http://www.reykjavikcampsite.is/surroundings/
Og síðst men ikki minst, ferjur til Viðey sigla til og frá havnini, sum er einans 20 minuttir burtur til gongu.